Keypstreytir

Frakt

Fraktkostnaðurin er 39 kr. pr. pakka.

Keypir tú fyri meira enn 500 kr., verður ongin fraktkostnaður lagdur afturat vøruni.

 

Avgreiðsla og vøruútbering

Bíleggingar, sum eru komnar inn kl. 16, verða pakkaðar sama dag. Um vøran ikki er á goymslu, frættir tú frá okkum. Miða er tó ímóti altíð at hava ta vøru á goymslu, sum er til sølu í nethandlinum. 

Vøran verður latin Posta næsta dagin at bera út. 

Tú kanst eisini velja at heinta vøruna á okkara bústaði, sum er Landavegur 38, 100 Tórshavn (Plantusølan hjá Hanne-Dot). Vit boða frá, so skjótt vøran er klár at avheinta.

 

Umbýtingarrættur/Iðranarrættur

Um tú angrar eitt keyp, kanst tú innan 14 dagar boða okkum frá, at tú angrar keypið, og síðani hevur tú aftur 14 dagar, at lata okkum vøruna aftur. Tú fært sum útgangsstøði ta fullu upphæddina aftur, sum tú hevur goldið, íroknað fraktkostnaðin, sum tú hevur goldið í samband við keypið. Tú kanst angra eitt keyp, hóast vøran er brúkt. Um vøran er brúkt, skal ein ítøkilig meting gerast av virðinum av vøruni. Vøran hevur tað virðið, sum hon kann seljast til annan keypara fyri. Hetta er eisini tað, sum tú í so fall fært afturgoldið. Um tú bert hevur roynt vøruna heima, á sama hátt sum vørur verða royndar í einum vanligum fysiskum handli, er vøran ikki brúkt av hesi orsøk. 

Tú kanst eisini frítt býta eina vøru um við eina aðra innan 14 dagar. 

 

Reklamatión - vøran er ikki í rætta standi

Um ein vøra ikki er í rætta standi kann hendan býtast um ella tú kanst fáa pengarnar aftur. Rætturin at reklamera stendur við í 24 mánaðar aftaná keypið. Boða okkum frá innan rímiliga tíð aftaná tú ert vorin varug(ur) við, um vøran ikki er í rætta standi. Vit rinda fraktkostna, sum stendst av hesum, í tann mun fraktkostnaðurin er rímiligur. 

 

Gjald

Tú kanst gjalda við gjaldkorti, ella tú kanst flyta okkum pengarnar gjøgnum bankan á konto 9181 484.523.6

javascript:void(0) Um tú rindar við korti, kanst tú brúka Dankort, Visa ella Visa Elektron. Upphæddin verður hevað av korti tínum, tá ið vøran er send ella tá ið tit hava fingið boð um, at vøran er klár at avheinta.

 

 

 

Samband

Mass & Mia
Landavegur 38
FO-100 Tórshavn
Tlf. +298 789600
E-mail: massogmia@mail.fo
v-tal: 614653

kontonr. 9870 998.350.4

 

 
 

KUNNING

UM OKKUM

Fylg okkum