Brølapan er frá Joha og er hon úr ull (100% merino).
Hon hevur "windstop", tvs. hon hevur eitt millumlag við oyruni, sum vindurin ikki sleppur ígjøgnum.
Hon hevur trykkknappar framman, og kann tí latast upp og aftur.
Hon er tjúkk. Er sera mjúk og góð at vera í.
Góðskan er av tí allar besta. Brølapan er merkt við "ecolabel", sum merkir, at hon ikki inniheldur evni, sum eru skaðilig fyri børnini ella umhvørvið annars.
Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.
Sí meira Hugva