Tilboð

Húgva, ull, reyð, blá ella grá, 1-2 og 4-9 ár

70,00 kr 140,00 kr
Frá Joha
Vøra: 99676 908 hat, db layer aw22

Brølapan er frá Joha og er hon úr ull við 5% av polyamid.

Hon er dupult, tvs. hon er tjúkk og heit.

Vit hava hana í tveimum støddum, og tann størra er so mikið stór í tí, at ung eisini passa hana.

Góðskan er av tí allar besta. Brølapan er merkt við "ecolabel", sum merkir, at hon ikki inniheldur evni, sum eru skaðilig fyri børnini ella umhvørvið annars.

Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.