Undirtroyggja úr ull/silki, blá, 2-12 ár

199,00 kr
Frá Joha
Vøra: 76981 185 413 undershirt woolsilk

Henda undirtroyggjan er frá Joha og er hon úr 85% merino ull og 15% silki.

Fyrimunurin við ull/silki er, at børn við "sartari" húð ikki kenna skriða av ullini, og so er hon ikki eins heit. Ull við silki er tí gott til tey heitu børnini :)

Hon kann tó vaskast í maskinu við 40 gradum.

Góðskan er av tí allar besta.

Klæðini hjá Joha eru merkt við ecolabel, tvs. tey innihalda ikki evni, sum eru skaðilig fyri børn ella umhvørvi annars.

Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.